Julian Assange verið í seks ár á sendistovu

Ekvador gav Julian Assange friðskjól í august í 2012. Nú er Wikileaks-stovnarin handtikin av bretsku løgregluni.

Wikileaks-stovnarin Julian Assange hevur búð á sendistovuni hjá Ekvador í London síaðni 2012. Haðani hevur hann leingi stríðst ímóti at verða latin løgreglu.

Men í gjár varð hann handtikin av bretsku løgregluni og tikin av sendistovuni, eftir at Ekvador hevur sett úr gildi friðskjólið.

47 ára gamli journalisturin úr Avstralia er kallaður alt frá frælsisstríðsmaður til landasvíkjara, eftir at hann í 2006 stovnaði Wikileaks.

– Í juni 2010 almannagjørdi Wikileaks umleið 90.000 loynilig skjøl. Meginparturin eru amerikonsk skjøl frá krígnum í Afghanistan. Fáar mánaðir seinni enda næsta 400.000 loynilig skjøl frá Irak-krígnum hjá Wikileaks.

– Í november í 2010 verður Julian Assange eftirlýstur av svensku løgregluni. Hann er undir illgruna fyri at hava framt neyðtøku og kynslig brotsverk móti tveimum svenskum kvinnum meðan hann var í Svøríki í 2010.

– Julian Assange verður handtikin í desember í 2010 av bretsku løgregluni í London. Hann verður leyslatin móti loysigjaldi eina viku seinni. Ein tilgongd um møguliga útlevering til Svøríkis byrjar.

– Í februar í 2011 ger ein dómstólur í London av, at Assange kann útleverast til Svøríki. Niðurstøðan verður kærd. Assange óttast, at svensku myndugleikarar fara at lata hann víðari til USA. Útleveringsboðini verða staðfest av bretska hægstarætti í mai í 2012.

– Julian Assange flýggjar inn á sendistovuni hjá Ekvador í London í juni í 2012. Hann spyr um politiskt friðskjót. Fer hann av sendistovuni, verður hann handtikin.

– Hann fær friðskjól frá Ekvador í august í 2012. Men bretskir myndugleikar nokta at geva honum frítt at fara av landinum.

– Í mai í 2017 avlýsa svensku myndugleikarnir ákæruna ímóti Julian Assange. Og harvið handtøkuboðini.

– Í apríl í 2019: Assange verður handtikin av bretsku løgregluni og fluttur av sendistovuni hjá Ekvador. hesum boðar bretska innanríkismálaráðið frá. Bretska løgreglan varð boðin inn á sendistovuna. Tað hendir, eftir at Ekvador hevur upphevað friðskjólið hjá Julian Assange, verður sagt.

Keldur: TT, dpa og Expressen.

/ritzau/