Bretsku myndugleikarnir kunngjørdu fyri einari løtu síðani, at WikiLeaks-stovnarin Julian Assange er í varðveitslu hjá løgregluni í London, og at hann kemur fyri ein dómara seinnapartin.
Sum skilst kom Julian Assange inn á eina løgreglustøð í London, har hann bleiv handtikin alt fyri eitt.
Í einari fráboðan frá London Metropolitan Police stendur, at Julian Assange er handtikin eftir áheitan frá svenskum myndugleikum, sum hava skuldsett hann fyri neyðtøku.
Tann 39 ára gamli Assange hevur verið eftirlýstur ígjøgnum Interpol í seinastuni.










