Við síni bókaútgávu í 2006 staðfesti Julian Johnsson, at hann gavst á føroyska landsliðnum og føroyskum fótbólti. Ein álvarsamur skaði í knæum helt honum uttanfyri í longri tíð, og hann flutti til Danmarkar. Síðan er nógv vatn runnið í ánna, og stríðshugaði miðvallarin eigur í dag ein av høvuðsleiklutinum í stóru menningin av felagnum FC Svendborg, sum spælur í triðbestu donsku deildini. Og nú er hann tøkur aftur á landsliðnum.
- Eg eri sjálvandi altíð til reiðar at umboða Føroyar, og kropsliga eri eg aftur førur fyri tí ? meira enn so, sigur Julian Johnsson, millum annað við Sosialin í dag.
Hann greiðir eisini frá, at feløg úr næstbestu deildini í Danmark hava sýnt honum áhuga ? eitt nú FC Amager, har Todi Jónsson er stjóri.