Julian aftur í eldin hóskvøldið

Higartil hevur tað ikki hilnast væl hjá Akranesi, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður

Í Íslandi gongur tað mesta fyri seg mitt í viku, tá ið tað ræðum um fótbólt. Í vikuskiftinum hava eingir dystir verið spældir. Tað hevur ikki verið spælt síðani hóskvøldið í síðstu viku, tá ið Akranes hevði heimavøll ímóti FH. Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað var vónbrot fyri ÍA. FH er á sjeynda plássinum, og við sigri á teimum hevði ÍA lyft sær nærri trygd fyri framhaldandi luttøku í bestu deildini.
At tað ikki eydnaðist at skjóta mál ímóti FH undirstrikar, hvør størsti veikleikin hjá skagamonnum er í ár. Í ellivu teimum fyrstu landskappingardystunum hevur tað bara eydnast ÍA at skjóta tíggju mál. Tað er størsta orsøkin til soltnu úrtøkuna higartil.
Hóskvøldið skulu ÍA og Julian Johnsson aftur í eldin, og tað er hópin størri avbjóðing, enn tað átti at havt verið, tá ið FH vitjaði. ÍA skal spæla á útivølli ímóti Þrótti, sum hevur staðið seg so mikið væl, at teir eru næstfremst í landskappingini.