Julia Timosjenko, sum er vorðin kend fyri sínar longu flættur, var tann stóri sigursharrin á valinum í Ukraina í gjár Tey seinastu tølini siga, at flokkurin hjá Juliu Timosjenko hevur fingið 33,5 prosent av atkvøðunum, og at flokkurin hjá Viktor Jusjtjenko, forseta, hevur fingið 15,5 prosent.
Teir báðir flokkarnir mynda ta sokallaðu Orangesamgonguna, og eygleiðarar í Kiev siga, at flokkarnir fara at skipa stjórn nú eftir valið.
Julia Timosjenko, sum er 46 ára gomul og útbúgvin verkfrøðingur, var forsætisráðharri í Ukraina frá februar í 2004 til september í 2005.