Julia Roberts sjúk

Tann nýgifta Julia Roberts fekk stutt eftir brúdleypið hjá sær og manninum, Danny Moder, staðfest eina bløðarasjúku. Henda sjúkan kann millum annað hava við sær, at hon lættliga kann fáa innvendigar bløðingar í húð, slímhindum og maganum.
Sjúkan er varandi, men hon kann tó viðgerast við kortison ella skurðviðgerð.