Julia heldur skil á tí fíggjarliga

Tá hon varð spurd, um hon kundi taka sær av bókhaldinum hjá Sjóvar kommunu, hevði hon tvey onnur arbeiði.

Tað var hin 1. desember í 1986, at ein ung og nýgift kvinna hevði sín fyrsta starvsdag á kommunuskrivstovuni hjá Sjóvar kommunu.

 

Julia, sum tríggjar vikur frammanudan hevði skift eftirnavn frá Joensen til Kass, hevði tá tvey onnur arbeiði. Hon arbeiddi hjá Strandamáling og var vikarur í skúlanum. 

 

- Tá hon varð spurd, um hon kundi taka sær av bókhaldinum hjá kommununi, helt hon fyri, "at tað kundi hon gott".

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, nú Julia hevur verið í starvi hjá kommununi í 30 ár.

 

- Alla hesa tíð hevur hon hildið skil á fíggjarstøðuni hjá Sjóvar kommunu, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur stýrt við kønari hond gjøgnum góðar og minni góðar tíðir, verður sagt á heimasíðuni.