Julia fekk fyrstu ADHD-viðurkenningina

Julia Feilberg Zachariasen hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum í fleiri ár. Fyrst á seingjardeildini P40 og seinni í barna- og ungdómspsykiatriini, har hon hevur hjálpt fleiri børnum og familjum teirra

23. oktober fekk Julia Feilberg Zachariasen handað fyrstu ADHD viðurkenningina. Julia Feilberg Zachariasen er sjúkrarøktarfrøðingur á ADHD toyminum á psykiatriska deplinum.

Tað er ADHD felagið, ið handar viðurkenningina til person, ið hevur gjørt nakað heilt serligt fyri ADHD í Føroyum.

Julia hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum í fleiri ár. Fyrst á seingjardeildini P40 og seinri í barna- og ungdómspsykiatriini, har hon hevur hjálpt fleiri børnum og familjum teirra.
Eftir nøkrum árum fór Julia at arbeiða í vaksnapsykiatriini at taka sær av ADHD-økinum burturav.
Hon var við til at byggja upp tað, sum vit í dag kenna sum ADHD-toymið, og hevur í sínum arbeiði kunnað føroyingar um ADHD.
Starvsfelagar, ið hava starvast saman við Juliu, greiða frá, at hóast ikki nógv varð tosað um ADHD tá, og fleiri ikki rættiliga vistu, hvat tað var, merktist á Juliu, at hennara hjartamál var at seta sjóneykuna á ADHD – at gera fólk tilvitað – at viðurkenna diagnosuna.

Eisini hevur ADHD felagið hoyrt frá fólki við ADHD og avvarðandi teirra, at Julia hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við ótroyttilig at hava undirvíst, ráðgivið og vegleitt tey.
ADHD felagnum hevur eisini merkt hennara eldhuga, tí hon hevur veitt fakligt innlit og hevur luttikið og hildið framløgur á tiltøkum‚ umframt at hon sum sparringspartnari hevur deilt vitan.