Juli var sólríkari enn vanligt

Onki er so troyttandi, sum at sita og tosa um farið veður eftir minninum. Tað hevur antin hug at gerast betri enn tað var ella verri enn tað var. Sjálvdan sum tað var. Summrini vóru nógv betri fyrr, tá líktust Føroyar tropulondunum frá seinast í apríl og langt út í september. Gloymt er alt um fellisárini, tá smálomd undan sleptum óðn frystu í hel í mai og kappróðrarbátar lensaðu inn um Klakk á Norðoyarstevnu við landnyrðingsheglingi pískandi eftir bakinum og ung máttu fríggja fyri at halda hitanum fyrst og fremst.

Lat okkum fáa veðurtíðindi svart upp á hvítt, tøl í tala, so eru veruleikin ofta ein heilt annar. Lat okkum gera teimum, sum um 50 ár fara at fortelja abbabørnunum um alla sólina í mai í ár til skammar við turrum tølum.
Mai var ikki sólríkur í ár, slett ikki. Hann var næstan uttan sól, skulu vit meta saman við bara eitt heilt vanligt meðal ár. Tað vóru 65 sóltímar taldir í Havnini í mai. Eitt vanligt miðalár, talt yvir seinastu 30 árini, eru 124 sóltímar í mai í Havn.
Og juni var heldur einki serligur, í hvussu er undir miðal. Taldir vóru 114 sóltímar móti 125 í meðal seinastu 30 árini.
Men juli, tá fittur partur av føroyingum leitaðu sær uttanlands eftir sól, hann lumpaði okkum so dyggiliga. Tí sólin skein nevniliga í juli, og hon skein munandi meira enn í juli onnur ár seinastu 30 árini. Taldir vóru 127 sóltímar móti 111 eitt vanligt ár.
Mínir harrar! Var summarið gott í ár? Vit hava ikki tølini fyri august enn, men taka vit mai, juni og juli so var summarið undir miðal. Taldir vóri 306 sóltímar hesar mánaðar, móti 360 sóltímum undanfarnu 30 árini.