Tað er ikki løgið, um ferian sunnanfyri kendist heitari enn vanligt hjá teimum føroyingum, ið seinastu vikurnar hava verið uttanlands. Juli var nevniliga tann heitasti mánaðurin, ið mannaættin hevur mált.
Tað staðfestir Copernicus Climate Change Service, ið er veðurlagstænastan hjá ES. Sambært stovninum var juli í ár eitt vet heitari enn gamla metið frá juli 2016. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Á heimsstøði var miðalhitin í juli 0,04 hægri enn miðalhitin fyri juli 2016, ið til nú var gamla metið.
- Juli er tann mánaðin, ið vanliga er heitast. Sambært okkara hagtølum var tað eisini heitasta mánaðin, ið vit nakrantíð hava skrásett. Tó at munurin er lítil, sigur Jean-Noel úr Copernicus Climate Change Service og leggur afturat.
- Við framhaldandi útlátinum av vakstrarhúsgøssum og tess ávirkan á globala hitan verða fleiri met sett í framtíðini, sigur hann.

Juli var heitasti mánaður nakrantíð

