Í juli var meðalhitin í USA 25,3 stig, og juli var sostatt tann heitasti mánaðurin í landinum, síðani hitamátingarnar byrjaðu í 1895. Tað sigur amerikanska veðurstovan og leggur afturat, at teir seinastu tólv mánaðirnir eru teir heitastu í USA, síðani farið varð undir at skráseta hitan.
Veðurfrøðingurin Jake Crouch á National Climate Data Center í statinum North Carolina sigur við BBC, at hitametið í juli komst av einari hitabylgju og turki, men at tann veksandi hitin á jørðini gjørdi eisini sítt.
Turkurin í USA rakti landbúnaðin meint, og tað hevur gjørt, at prísurin á ymsum matvørum so sum meis og soyabønum er hækkaður kring heimin.