Juli royndist væl í kommunukassanum í Vestmanna. Kommunan skrivar á heimasíðuni, at juli er tann fyrsti mánaðurin í ár, har skattainntøkan var størri enn í sama mánað í fjør. Í juli í 2010 fekk Vestmanna kommuna 2.886.417 krónur í skatti, og í juli í ár var talið 3.007.407 krónur.
Vøksturin er 4,1 prosent, og tað er sera hugligt hjá Vestmanna kommunu, tí í meðal var juli 1,43 prosent lakari hjá kommununum enn juli í fjør. Eitt nú høvdu fleiri av grannakommununum hjá vestmenningum afturgongd. Hjá Kvívíkar kommunu var afturgongdin 5,84 prosent, hjá Sunda kommunu 1,37 prosent og hjá Tórshavnar kommunu 2,88 prosent.
Um orsøkina til vøksturin í síðsta mánað sigur Vestmanna kommuna, at ein orsøk er, at nakrir arbeiðsdagar vóru á Vestmanna Seafood í juli, men at tað er neyvan øll orsøkin.