Skrivað hevur Dagfinn Olsen:
Koronasmittan, og at samfelagið varð sett niður í ferð, merktist hjá Rúsdrekkasølu Landsins. At ólavsøka nærkast merkist eisini hjá Rúsdrekkasølu.
– Ólavsøkan merkist. Hetta er tjóðarhátíð okkara, og f lest fólk hava frí og hugna sær á ólavsøku.
Juli mánaði er nokk tann størsti sølumánaðin hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sigur Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari hjá Rúsdrekkasølu Landsins.
At ólavsøka er merkir, at sølan av rúsdrekka er størri enn vanligt.
– Sølan er størri og eitt sindur øðrvísi, enn vanligt. Fólk vilja hava nokk inni, um gestir koma á vitjan.
Søla av øl, cider og líknandi, um framt snaps, er nakað størri, enn aðrar mánaðir, sigur Rúni Herup Olsen.
Hann sigur, at sølan hevur verið hin sama seinnu árini um ólavsøkutíð.
At koronasmittan herjar, og at samfelagið eitt skifti fór niður í ferð, hava tey eisini merkt í Rúsuni.
– Sjálvandi merktist hetta. Sølan til vinnuna steðgaði heilt upp, meðan sølan í handlunum var nøkunlunda tann sama. Mars og apríl vóru kanska minni í ár, enn í 2019, meðan mai var nakað hægri. Nú er so smátt gongd komin í søluna til vinnuna eisini, sigur Rúni Herup Olsen.
##med2##
Nú verður ólavsøkan øðrvísi í ár orsakað av koronasmittu. Men í Rúsuni vænta tey ikki, at hetta fer at merkja søluna stórvegis. Spurdur um hetta svarar Rúni Herup Olsen.
– Hetta fer nokk ikki at merkjast stórvegis.
Sølan í Rúsdrekkasølu Landins hevur verið jøvn seinni árini, tó at tað er ymiskt, alt eftir hvønn vørubólk talan er um.
– Sølan hevur seinnu árini verið rímiliga jøvn. Miðlastyrkin á tí sterka, sum fólk keypa, er farin eitt sindur niður. Vínsølan er smátt vaksandi. Ølsølan er nøkulunda tann sama í litrum, men flytir seg eitt sindur millum bólkarnar. Sokallaða spesialølin er vaksandi, men er tað framvegis smá tøl í mun til vanliga øli, sigur Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari.