- Eg sleppi ongantíð aftur at eta skerpikjøt, turra grind og ein reyðan búff. Men eg eri sloppin at liva, so eg haldi, at tað er ein bíligur prísur at gjalda.
Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík er ein fittur og eygagóður unglingi.
Tann fimta november 2010 varð hann føddur fyri aðru ferð.
Henda dagin fekk hann eitt nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Longu tá ið hann var 13 ára gamalur, orkaði hjartað, hann var føddur við, ikki meir.
Tað hevði bara 10% eftir av orkuni, og einasti møguleikin hjá Rólanti var, at hann fekk eitt nýtt hjarta.
Tað fekk hann hendan heystardagin fyri tveimum árum síðani, stutt eftir at hann var farin til Danmarkar til kanningar.
- Læknarnir søgdu, at tað var ómetaliga heppið, at tað gekk so skjótt. Teir søgdu, at mítt hjarta var so veikt, at høvdu nakrar vikur gingið, hevði eg ikki staðið her í dag, sigur hann.
Upp á høgar tindar
Eftir at hava verið í Danmark í sjey mánaðir í sambandi við skurðviðgerðina, gekk leiðin heim aftur til Føroya.
Rólant R. Biskopstø sigur, at tað gekk ómetaliga skjótt framá, og kroppurin hevur tikið væl í móti nýggja hjartanum.
- Eg havi gingið nógv í fjøllunum og havi verið uppi á fleiri fjallatindum og longu níggju mánaðir eftir, at eg fekk nýggja hjartað, vóru vit –sama dag- uppi á Háfjalli, sum er 647 metrar, uppi á Hálgafelli, sum er 503 metrar og uppi á Klakki, sum er 414 metrar.
- Tað stóð ikki á, sigur Rólant.
Men hóast Rólant hevur tað sum fiskurin, slepst ikki undan, at lívið hevur nakrar avmarkingar.
- Eg taki nógvan heilivág at skerja immunverjuna fyri at minka um vandan fyri, at kroppurin leypur á hjartað og stoytir tað frá sær. Tað er ein javnvág, sum skal haldast ógvuliga neyv, tí taki eg ov nógvan heilivág, verður immunverjan so veik, at eg verði sjúkur av øllum handa slagi, men taki eg ov lítið, verður hon ov sterk og kann stoyta hjartað frá sær.
Men tað gongur alt upp á stás. Heilivágurin skal takast upp á klokkuslett klokkan 12 á miðdegi og á midnátt, 10 tablettir um dagin og sjey á midnátt.
- Eg skal taka heilivág alt lívið, men væntandi er, at nýtslan kann minkast nakað, sum frálíður.
- At immunverjan er veik, ger, at eg eri í 50% størri vanda fyri at fáa krabbamein í húðini enn vanligt er, og tískil skal eg brúka sólkrem við faktor 50%.
Rólant sleppur heldur ikki at eta nakað sum helst rátt, tí tað økir um vandan fyri bakterium.
- Eg sleppi ikki at eta skerpikjøt, turran fisk, turra grind ella ein reyðan búff. Alt skal vera væl stokt ella væl kókað.
Stjørnufrukt og grapefrukt kann hann heldur ikki eta, tí tað mótvirkar heilivágin.
Rólant skal helst ikki hava sløg inn á bringuna, so læknarnir hava sagt við hann, at hann kann gloyma alt um at verða nevaleikari ella wrestlari, tá ið hann verður vaksin.
- Tað er til at liva við, tí tað hevði eg nú ikki ætlað mær kortini, sigur hann við einum skeivum smíli.
- Læknarnir hava eisini trúttað niður í hann, at hann má ikki fara at roykja.
Hann viðgongur, at hann hevur roykt, men tað er hann so hildin uppat við.
Hann heldur, at alt hetta er ein ógvuliga bíligur prísur at rinda fyri lívið.
- Annars kann eg liva eitt púra vanligt lív, so eg klagi ikki.
***
Ringasta nakrantíð
Áhaldandi mjørki og nógvur vindur spentu av álvara bein fyri flogferðsluni í juli mánaði, hundraðtals fólk sluppi ikki til ella úr Føroyum sum ætlað.
- Eg havi verið í Atlantsflogi í 17 ár, men hetta er nokk tað ringasta, eg havi vitað, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
- Tá ið ringast stóð til í gjár, høvdu vit eini 1800-2000 ferðafólk, sum vórðu strandað í Føroyum og í øðrum norðurlondum, sigur Magni Arge.
Flogfør, sum vóru á veg til til Føroya, máttu ístaðin leita til aðrar flogvallir, bæði í Íslandi, Noregi og í Bretlandi, har ferðafólkini so gistu.
Hótt á skaðastovuni
Tað gongur ikki altíð líka stillisliga fyri seg, tá ið fólk koma á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, tí summi kunnu vera ill í sær.
- Eg vil ikki siga, at tað hendir ofta, men tað hendir, og i flestu førum eru tey óðu fólkini full, sigur Jórun Højgaard, sum er leiðari fyri intensivu deild og skaðastovuni.
Kanningar vísa, at eftir politistar eru sjúkrarøktarfrøðingar tann starvsbólkur, sum er mest útsettur fyri harðskap. Ein donsk kanning vísir, at sætti hvør sjúkrarøktarfrøðingur hevur verið fyri harðskapi í starvi sínum, men hildið verður, at talið er hægri, tí allir tilburður verða ikki fráboðaðir, og summi hava harðari húð enn onnur.
Pappírsleys ting
Formansskapurin í løgtinginum arbeiðir við at digitalisera alt samskifti við løgtingsumboðini, so at tað slepst undan stóru pappírsrúgvunum, tá ið mál skulu til viðgerðar.
- Formansskapurin hevur gjørt av at arbeiða við hesum spurninginum, og í løtuni kannar umsitingin, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða. Eitt er, at tingfólk helst mugu á skeið í nýggju tøknfrøðini, men vit mugu eisini kanna, um tað eru formell viðurskifti og krøv, sum skulu tillagast ella broytast. Eg dugi ikki at siga, nær tilfarið verður digitaliserað, men vit ímynda okkum, at tað verður í hesi tingsetuni, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður.
Løkke og Sólrun flyta
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara flyta nú bústað. Sólrun og Løkke hava í nógv ár verið búsitandi í Græsted, men nú hava tey fingið sær íbúð í Nyhavnini í Keypmannahavn.
- Tað var hugskotið hjá Sólrun at flyta til Keypmannahavn, men eg gleði meg eisini til tað, sigur Lars Løkke við BT.
Orsøkin til flytingina er, at tey vilja verða nærri arbeiðsplássunum hjá sær. Løkke situr í Fólkatinginum, og Sólrun arbeiðir á balettskúlanum hjá Det Kongelige Teater.
Húsini í Græsted verður í fyrsta umfari leigað út.
***
– Tað eru merkiliga fá, sum halda, at eg fari út um mark. Fótbóltur er eisini eitt spæl um kenslur, og tað má eg eisini sleppa at vísa, tá eg sigi frá.
Niels Petersen, bersøgin og íðin TB-útvarpari
- Ein ódámligur grammleiki hevur sníkt seg upp í politikkin. Tað er óhugnaligt, tí tað var hesin grammleikin, sum elvdi til stóru búskaparkreppuna.
Poul Michelsen, løgtingsmaður