535 fólk lótu lív í ófriði og bardøgum í Irak í juli, og so stórt hevur mannfallið ikki verið ein einstakan mánað síðani mai í 2008, tá 563 fólk doyðu. Irakska stjórnin sigur, at 396 av teimum, sum hava latið lív í ófriðinum tann seinasta mánaðin, vóru sivilfólk. Hini vóru 89 løgreglumenn og 50 hermenn.
Meiri enn 1.040 fólk eru løstað í bumbuálopum og øðrum álopum í juli, og av teimum eru 680 sivilfólk.
Ein uppgerð hjá innanríkisráðnum í Bagdad vísir, at tær iraksku trygdardeildirnar hava gjørt av við 100 uppreistrarmenn tann seinasta mánaðin, og at 955 aðrir eru tiknir.










