Jukim Olsen 80 ár

Leygardagin 21. novembur fyllir Jukim Olsen í Havn 80 ár.

Hóast Jukim er svínoyingur, hevur hann í mong ár verið ein kend býarmynd í Havn.


Jukim sigldi sum ungur og var á háskúla, bæði í Føroyum og í Svøríki. Í 1955 fór hann á stýrimansskúla í Havn og tók prógv í 1957. Eftir tað tók hann skipsføraraprógv í Keypmannahavn og sigldi í nøkur ár kring um í heiminum við skipum hjá danska reiðarínum J.Lauritzen.


Lívsstarvið hjá Jukim kom at verða á Matrikulstovuni í Havn, har hann tók skeið í matrikulering og sum tekniskur assistentur. Umframt sítt arbeiði hevur hann verið virkin í samkomuni í Ebenezer. Hann hevur altíð verið sera trúfastur og hevur vitjað fólk, bæði í heimum, á sjúkrahúsum og á røktarheimum.


Í 1957 giftist Jukim við Elsebeth, dóttir Ellu og Andrew Sloan í Havn. Tey fingu trý børn: Elin Jógvan og Katrin. Elsebeth andaðist 25. september í 2000.


Føðingardagurin verður hildin saman við teimun nærmastu.


-red