Juhuu - mamma er deyð!

Fá duga sum norski rithøvundurin Anne B. Ragde at fanga lesaran og skapa eitt gott drama - eisini uttanfyri bøkurnar. Í næstu viku vitjar nógv umrøddi rithøvundurin í Føroyum

<InvalidTag content="" name="Titel" />

<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />

<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />

<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />

 

<!--[if gte mso 9]><xml> <o:OfficeDocumentSettings> <o:AllowPNG /> </o:OfficeDocumentSettings> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:WordDocument> <w:Zoom>0</w:Zoom> <w:TrackMoves>false</w:TrackMoves> <w:TrackFormatting /> <w:HyphenationZone>21</w:HyphenationZone> <w:PunctuationKerning /> <w:DrawingGridHorizontalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridHorizontalSpacing> <w:DrawingGridVerticalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridVerticalSpacing> <w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery>0</w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery> <w:DisplayVerticalDrawingGridEvery>0</w:DisplayVerticalDrawingGridEvery> <w:ValidateAgainstSchemas /> <w:SaveIfXMLInvalid>false</w:SaveIfXMLInvalid> <w:IgnoreMixedContent>false</w:IgnoreMixedContent> <w:AlwaysShowPlaceholderText>false</w:AlwaysShowPlaceholderText> <w:Compatibility> <w:BreakWrappedTables /> <w:DontGrowAutofit /> <w:DontAutofitConstrainedTables /> <w:DontVertAlignInTxbx /> </w:Compatibility> </w:WordDocument> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:LatentStyles DefLockedState="false" LatentStyleCount="276"> </w:LatentStyles> </xml><![endif]--> <style type="text/css"> <!-- /* Font Definitions */ @font-face {font-family:Cambria; panose-1:2 4 5 3 5 4 6 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:auto; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:3 0 0 0 1 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-parent:""; margin-top:0cm; margin-right:0cm; margin-bottom:10.0pt; margin-left:0cm; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-fareast-font-family:Cambria; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-language:EN-US;} @page Section1 {size:595.0pt 842.0pt; margin:3.0cm 2.0cm 3.0cm 2.0cm; mso-header-margin:35.4pt; mso-footer-margin:35.4pt; mso-paper-source:0;} div.Section1 {page:Section1;} --> </style> <!--[if gte mso 10]> <style> /* Style Definitions */ table.MsoNormalTable {mso-style-name:"Tabel - Normal"; mso-tstyle-rowband-size:0; mso-tstyle-colband-size:0; mso-style-noshow:yes; mso-style-parent:""; mso-padding-alt:0cm 5.4pt 0cm 5.4pt; mso-para-margin:0cm; mso-para-margin-bottom:.0001pt; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-theme-font:minor-fareast; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-bidi-theme-font:minor-bidi;} </style> <![endif]--> <!--StartFragment--> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p></o:p> <span lang="EN-US" style="">Hon var ikki blíð, tá hon tók hon stig til eitt mótmælisskriv, sum varð sent norska forsetisráðharranum Jens Stoltenberg, tá hann umbar eitt norskt endurprent av Muhammed-tekningunum. Og hon var í øðini, tá ongin mynd av henni var við á einum stórum listaverki, sum ímyndaði fremstu norsku rithøvundarnar seinnu árini.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Norski rithøvundurin Anne B. Ragde skapar uppmerksemi kring tað, hon ger - eisini tá hon skrivar bøkur. Eftir bert fáum árum er hon vorðin ein tann fremsti metseljarin í Norðurlondum, og fleiri av hennara bókum verða nú gjørdar til film.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Og millum bókafólk er ofta lívligur orðadráttur um, hvar á bókmentaliga góðskustiganum, Anne B. Ragde hoyrir heima. Skaldsliga spreingir hon ikki beinleiðis nakran mátistokk, men sum frásøgukvinna hevur Anne B. Ragde betri tak á lesararnum enn nógvir av teimum heilt góðu krimihøvundunum.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">At evnini at siga frá sínum egnu bókum heldur ikki feila nakað, kunnu áhoyarar sleppa at uppliva, tá Anne B. Ragde vitjar í Norðurlandahúsinum í næstu viku.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Smá lív<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Nógvir føroyskir lesarar kennast tó uttan iva longu við Anne B. Ragde. Í 2007 kom hennara skaldsøga <i style="">Berlinaraspirnar</i> frá 2004 út í føroyskari týðing, sum skjótt var at síggja á føroysku metsølulistunum. Í Noreg lá skaldsøgan ovast á metsølulistunum í 76 vikur á rað, og er hon nú týdd til 12 mál, umframt at hon hevur fingið fleiri virðislønir.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Og nettup í <i style="">Berlinaraspirnar</i> koma styrkirnar hjá Ragde sum søgusigari kanska serliga væl til sjóndar.<span style="">&nbsp; </span>Her sigur hon søguna um nøkur smá menniskju og teirra at síggja til lítið merkisverdu lív, sum sjálvandi vísa seg at fjala yvir eitt familjudrama av teimum heilt stóru. Men sjálvt tá dramatikkurin er í hæddini, gloymir høvundurin ikki smálutirnar, sum hon lýsir á ein hátt, so tú næstan kanst nema við teir - um tað so eru andlitsdrøgini hjá jarðarferðarmanninum, sum hann ærukærur setur á júst rættan hátt, tá<span style="">&nbsp; </span>hann skal út til eitt sjálvmorð, ella vónbrotið hjá elsta beiggjanum, tá hann umsíðir hevur eina gentu við heim, men sum ráðisliga mamman aldrin vildi síggja aftur, tí gentan smurdi ov nógv livurpostei uppá breyðið.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Ímillum smáu gerandishendingarnar hóttir stóra familjukonstruktónin alla tíðina við at skrædna. Og við eini tyranniskari mammu, sum heldur kvørkatak á øllum rundan um seg við sínum lygnum og loyndarmálum, er lítið annað at gera, enn at bíða til hon doyr. Kortini megna hesi smáu menniskjuni altíð at liva víðari í sannføringini um, at tað heila nokk ganga allíkavæl. Um tað so bara er, tí teirra væntanir til heimin og menniskjuni eru so smáar, at sjálvt minsta menniskjaligheitin verður ein gáva, sum ein ummælari tók til.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Juhu!, mamma er deyð<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Við <i style="">Berlinaraspirnum</i> og tveimum seinni bókum fekk Anne B. Ragde av álvara tak á breiðu lesarafjøldini í Norðurlondum. Og bókavinnan hevur verið skjót at brúka høvið til at fáa týtt nakrar av hennara fyrstu bókum. Fyri stuttum kom so skaldsøgan <i style="">Arseniktårnet</i> frá 2001 út á donskum, og onki bendir á, at Ragde-fjepparar eru mettir enn.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Aftur hesuferð snarar søgan kring eina mammu, sum alt lívið hevur hildið familjuna kring seg fast í síni kleimnu hond av útspekuleraðum ábreiðslum og lygnum. Tá mamman umsíðir doyr, leypir dóttirin Ruby til telefonina at fortelja síni egnu dóttir gleðiboðini:<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">&quot;Mamma er deyð. Er tað ikki fantastiskt?&quot; rópar Ruby flennandi í telefonini, meðan dótturin hevur ilt við at fata, at hennara fitta omma í veruleikanum var ein hatursfull heks. Herfrá leitar søgan aftur í tíðina til uppvøksturin hjá Ruby hjá eini brennivínstystari og illa lyntari mammu, sum aftur og aftur lat dóttrina vita, hvussu hon hevði oyðilagt eiggiliga kroppin hjá mammuni, hennara karrieru sum sangari og hennara møguleikar. <o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Aftur hesuferð leyp Anne B. Ragde beint inn á metsølulistarnar, og tað skuldi undra, um ikki eisini hendan skaldsøgan finst í eini føroyskari týðing um ikki so langa tíð.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Umtrídd dáma<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Heldur ikki í nútíðar norska samfelagskjakinum gongur tað stillisliga fyri seg kring Anne B. Ragde. Millum annað gav tað at bíta, tá norski forsetisráðharrin Jens Stoltenberg í 2007 gav muslimum eina almenna umbering fyri, at eitt norskt tíðarrit hevði endurprenta umstríddu Muhammed-tekningarnar. Umberingin fekk slíka øði í Anne B. Ragde, at hon tók stig til eitt móttmælisskriv, sum í harðligum vendingum minti forsetisráðharran á, at tíðarritið bara hevði brúkt sítt talu- og skrivifrælsið.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Og umstríddi norski høvundurin fann seg heldur ikki í at verða skúgvað til viks av fínara bókmentaparnassinum, tá eitt listaverk við myndum av fremstu norsku høvundunum varð avdúkað í Bókmentahúsinum í Oslo. Við eini neglafíl lirkaði hon seg inn í Bókmentahúsið á miðjari nátt og klistraði sjey myndir av sær sjálvari út yvir listaverkið.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">&quot;Eg gjørdi tað í neyðverju og vegna fleiri aðrar norskar rithøvundar&quot;, segði hon aftaná hendingina.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Heldur ikki tá myndirnar av Anne B. Ragde vórðu tiknar niður dagin eftir, var hon sinnað at tiga.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">&quot;Ósolidariskt, illiterert og reint herverk&quot; staðfesti hon turrisliga í Aftenposten.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Anne B. Ragde vitjar í Norðurlandahúsinum 16. september. Tað er Rithøvundafelagið, sum hevur bjóða norska rithøvundanum hendan vegin.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <br /> <span lang="EN-US" style=""><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p> <!--EndFragment-->