Jugoslavia dysturin útsettur

Týsdagin boðaði FSF frá, at dysturin móti Jugoslavia, sum ætlandi skuldi vera komandi mikudag, verður av ongum

 

Sum nevnt í blaðnum í gjár, var sera ivasamt, hvussu fór at verða við dystinum.

At byrja við vóru tað trupulleikar við at fáa innferðarloyvi til føroysku pressuumboðini. Hetta kom tó í rættlag mánadagin, men spurningurin var framhaldandi, hvørt tað var ráðiligt at fara til Jugoslavia, nú politiska støðan í landinum er somikið spent.


Tríggir møguleikar

Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF sigur, at Fótbóltssambandið í dag varð kunnað um, at dysturin nú er útsettur, og at landsliðsferðin sostatt bert verður til tann eina dystin í hesum umfarinum. Sama er galdandi við dystinum millum Jugoslavia og Russland, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur mikudagin.

Nær dysturin verður ásettur at leika, er ikki endaliga greitt enn, man talan er um trígjar møguleikar, sum í løtuni eru opnir. Sambært altjóða fótbóltskalendaranum, sum allir landsdystir nú verða lagdir eftir, er møguleiki at leika dystin 15. november, 14. februar ella 25. apríl. Frá einum føroyskum sjónarhornið er 25. apríl helst best hóskandi dagurin, tí leikarar okkara tá aftur eru komnir í gongd. Hinvegin er februar mánaður helst ringast hugsandi tíðin hjá okkara.

Ísak Mikladal vónaði sjálvsagt, at føroyska ynski um ein dyst í apríl mánaði fór at verða eftirlíka, men tá blaðið fór til prentingar, var hetta enn ógreitt.


Óvist við heimferðini

Heldur ikki er greitt, hvussu verður við heimferðinin hjá landsliðnum eftir dystin í Sveis.

Í sambandi við landsdystirnar hevði Atlantic Airways selt ferðaseðlar til áskoðarar. Íroknað hesum var uppihald í Sveis, meðan landsliðið er í Jugoslavia, og skuldi føroyaska flogfarið so koma eftir bæði leikarum og áskoðarum hósdagin 12. oktober. Teir áskoðarar, sum

Beint fyri døgurðatíð segði Ísak Mikladal, at teir í løtuni arbeiddu við hesum spurningi, men júst hvussu han fór at verða loystur, visti hann ikki at siga.