Jugoslavarnir við móti GÍ

Jugoslavarnir, sum KÍ í nakrar mánaðir hevur arbeitt við at fáa til landið, eru nú ávegis

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, frættu vit, at teir báðir jugoslavarnir, sum KÍ hevur havt í hyggju at styrkja hópin við, nú eru avegis til Føroya.

Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttar fyri Sosialinum, at alt pappírsarbeiði nú er fingið frá hondini, og at um alt gongur eftir ætlan, verða báðir leikararnir í Klaksvík leygarkvøldið, og kunnu teir sostatt verða við í dystinum móti GÍ sunnudagin.


Hava bíðað

Tað eru annars úti við tveir mánaðir síðani tað frættist, at KÍ hevði í hyggju at styrkja sær um hópin við útlendskum leikarum. Talan skuldi verða um ein áleypara og ein málverja, sum ætlandi skuldu tippa holini eftir Kurt Mørkøre og Stephen Boyle.

Upplýsingarnar, sum vit tá fingu, hava nú víst seg at vera rættar, og er talan um 32 ára gamla málverjan, Zoltan Kujundzic, og 22 ára gamla áleyparan, Srecko Milicevic.


Fimm útlendingar

Við nýggju leikarunum hevur KÍ fimm útlendskar leikarar í hópinum, sum frammanundan telur pólverjarnar, Andrzej Pacek og Marek Wierzbicki, umframt leikandi venjaran, Tomislav Sivic. Hóast markið hjá FSF er ásett til fýra útlendskar leikarar, so er hetta ikki nakar trupulleiki hjá klaksvíkingum. Bæði Tomislav Sivic og Marek Wierzbicki hava nevnliga verið somikið leingi í Føroyum, at teir í fótbóltshøpi verða roknaðir sum føroyingar.