Sunnudagin 30. september verður Judy Jacobsen 60 ár. Hon býr í Florida saman við føroyska manni sínum, Óla á Grømma Jacobsen. Hóast hon hevur týskar røtur, og er fødd og uppvaksin í USA, so eru tað nógvir føroyingar, sum komast við og kenna fryntliga og fyrikomandi føðingardagsbarnið, sum á sín serliga hátt hevur knýtt seg at Føroyum og føroyingum, og sum føroyingar hava tikið til sín.
Foreldrini hjá Judy vóru týskarar. Hóast tað eru mong ár síðani, at tey fluttu úr heimlandinum, so hevur Judy gott samband við familjuna í Týsklandi, har hon framvegis eigur 21 systkinabørn á lívi.
Mamman, Ann, sum var 87 ára gomul, tá ið hon doyði í 2002, var ættað úr Harburg, sum er partur av Hamburg. Hon var trettan ára gomul, tá ið hon saman við foreldrunum flutti til USA. Pápi hennara var múrari og mamman húsmóðir.
Pápin, Otto Mueller, var ættaður úr Gödenstorf, sum er lítil býur einar 50 kilometrar sunnanfyri Hamburg. Pápi hansara var bóndi, og stórur partur av familjuni hevur fingist við bóndaskap. Otto var 19 ára gamal, tá ið hann einsamallur flutti til USA. Hann var 94, tá ið hann doyði í 2002.
Ann og Otto møttust í Milwaukee í Wisconsin, og tey vóru gift í 67 ár. Ann var heimagangandi, inntil døtrarnar vóru stórar. Síðani arbeiddi hon sum húshjálp. Otto helt amboð við líka á stórari verksmiðju í Milwaukee, inntil hann var farin um tey áttati. Tey fingu tvær døtrar. Dorothy Holmquist, sum er átta ár eldri enn Judy, er gift manni av svenskari ætt, og so Judy.
Systurin var trúboðari í Brasil, tá ið Judy – eftir at vera liðug í skúlanum í Milwaukee í Wisconsin - vitjaði hana. Eftir ta ferðina fór hon á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission í Waukesha í Wisconsin. Har hitti hon Óla á Grømma Jacobsen. Tey giftust í januar 1968, og síðani hava tey arbeitt í trúboðanarfelagsskapinum. Fyrstu seks árini undirvísti Judy, sum tosar týskt raðið, í sponskum og portugisiskum, og síðani hevur hon arbeitt saman við manninum innan leiðslu í NTM, bæði í Filipsoyggjunum í tíggju ár og í Florida, har NTM hevur høvuðssæti.
Judy er nágreinilig, nærløgd og miðvís, og hon er framúr innan umsiting. Óli hevur ongantíð fjalt yvir, at tað hevði ikki borið til hjá honum at røkt leiðsluuppgávurnar, sum honum hava verið litnar upp í hendi, um hann ikki hevði havt Judy sum ráðgeva, skrivara og partnara á so mongum økjum í arbeiðnum.
Judy og Óli eiga tveir synir. Dan (1969) er giftur Christy, sum er ættað úr Alabama, og tey eiga fimm børn. Dan arbeiðir nú í kristiligari tænastu í Alabama. Donny (1973) er giftur Helenu, og tey eiga trý børn. Tey búgva í Wisconsin, og Donny arbeiðir sum leiðandi byggifrøðingur.
Í januar 1970 kom Judy saman við manninum fyrstu ferð til Føroya. Ørindini vóru at siga verfaðirinum, sum 55 ára gamal var komin til tað síðsta, farvæl. Vetrarveðrið var buldraligt, og tey vóru veðurføst í Íslandi, og ferðaðust í kavaódn yvir dalar og fjøll og ígjøgnum líðir og yvir sund og firðir, áðrenn tey komu til Klaksvíkar.
Hóast óvon við umstøðurnar á so mangan hátt, so tók Judy Føroyar og føroyingar at sær. Vermamman dugdi ikki eingilskt, og so fór Judy at læra seg føroyska málið. Tað megnar hon so mikið væl, at hon ikki ber seg undan at stíga fram í mannfjøld og tosa á føroyskum. Hon hevur gjørt føroyskar siðir og mentan á so mongum økjum til part av sær sjálvari.
Tá ið hon samstundis dugir væl at hitta og fara við fólki – eldri og yngri – er tað einki at siga til, at Judy eigur nógvar vinir kring alt landið.
Seinni í heyst fara Judy og Óli at vitja í Føroyum. Tey ferðast nógv, og nú lagaði tað seg soleiðis, at tey halda runda føðingardagin hjá Judy í Danmark. Vit eru mong, sum senda føðingardagsbarninum tær hjartaligastu føðingardagsheilsur. Teldupostadressan hjá teimum er oli_jacobsen@ntm.org
Jóannes Hansen