Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag og Malaki Vang Niclasen úr Havna Judofelag dystaðust um føroyameistaraheitið hjá mansunglingum, ið eru tyngri enn 55 kg.
Dysturin gekk meginpartin fyri seg við báðum íðkarum á fótunum, har teir hvør í sínum lagið royndi at syfta hvønn annan.
Hetta eydnaðist betri hjá Aleksanduri, ið fyrst syfti Malaki uttan at fáa neyðugu leyndingina.
Løtu seinni eydnaðist hetta tó. Aleksandur syfti Malaki so beint á ryggin, dómarin roypti ippon, og Aleksandur var føroyameistari.
Næst á skránni var finalan hjá kvinnum tyngri enn 63 kg.
Her vóru tað Hansa Torgerð Ellingsgaard og Silja Johannesen - báðar úr Sunda Judofelag, ið dystaðust.
Tað lá betri fyri hjá Silju, ið leyp mest á, meðan Hansa royndi at verja seg.
Tað eydnaðist Silju at fáa eitt rímiligt kast og fekk sonevnda "yoku" stigið.
Stutt eftir fekk hon tó fult stig, tá ið henni eydnaðist at tveita Hansu á ryggin, so at ippon var dómt.
Sostatt gjørdist Silja føroyameistari í vektbólkinum + 63 kg









