Judo-liðið úti

Føroyska judo-landsliðið tapti móti Álandi í fyrsta dystinum týsmorgunin, og nú skal liðið stríðast fyri at koma í bronsufinaluna

Judo

 

Mótstøðan í fyrsta umfarinum var Áland, sum verður roknað millum allar sterkastu oyggjarnar í kappingini.

Og tað gekk akkurát ikki hjá føroyska liðnum. Jógvan Páll Kristiansen, Búgvi Poulsen og Bjørn Andreasen vunnu sínar dystir, meðan Sam Vang, Skarpheðin Njálsson, Petur Sigurð Johannesen og Búgvi Hansen taptu sínar dystir.

Serliga vóru føroyingarnir ónøgdir um dømingina í dystinum hjá Skarpheðin Njálsson.

Skarpheðin bardist móti Anders Berntson, og var talan um ein sera javnan dyst. Eftir góðari løtu eydnaðist tað hálvavegna Anders at fáa eitt armlás á Skarpheðin, men hóast hon ikki sat og Skarpheðin ikkin klappaði, so dømdu dómararnir Anders at vinna dystin.?- Vit vóru sera ónøgdir við dømingina í dystinum hjá Skarpheðin og mótmæltu harðliga, tí vit kendu okkum at vera dømdar út. Tað kann væl vera, at álendingar høvdu vunnið tann dystin at enda, men júst har átti Skarpheðin so ikki at vera dømdur at tapa, sigur Sofus Debes Johannesen, formaður í judosambandinum, á heimasíðuni, www.judo.fo.?- Okkara mótmæli ávirkaði sjálvandi ikki dømingina, men so høvdu vit sagt okkara meining, og nú mega vit seta okkum upp til dystin móti Gibraltar, sigur Sofus.