Um vikuskiftið bar til at skipa fyri fyrstu FM-finaluni í kvinnuligum judo. Tað var á stóra felags finalutiltakinum hjá judo, borðtennis og badminton, har Sanna Djurhuus og Silja Johannesen hittust í finaluni.
Tað var 24 ára gamla Sanna Djurhuus, sum fór avstað við FM-gullinum. Hon hevur eina heilt serliga søgu at greiða frá, hvussu yrkisleið hennara í judo byrjaði í Oxford í Onglandi fyri einans hálvum øðrum ári síðani.
- Judo er fyri øll. Tak bara mína søgu sum dømi. Eg hevði ongantíð roynt tað áður, men bleiv fullkomiliga bitin av tí, sigur Sanna Djurhuus, sum í Ítróttarsosialinum í dag greiðir frá allari søguni.