Judith er dóttir Louisu Lamhauge úr Lamba og Jens Hansen í Glasstovuni í Árnafirði. Í 1956 giftist hon við Óla Lydersen í Klaksvík, og eiga tey børnini, Jógvan, sum er giftur við Ninnu og býr á Argjum, Lovisu, sum er gift við Jón og býr á Oyrarbakka og Jens, sum er giftur við Ann og býr í Miðvági.
Hon eigur 7 ommubørn, og tey eita, Bogi, Judith, Óli, Leivur, Jonn, Magnus og Høgni.
Judith hevur fyri tað mesta verið tað, vit rópa heimagangandi, og er tað serstakliga hugnaligt at koma á gátt í heimi teirra á Stongunum.
Seinnu árini hevur hon vaskað á Bedingini, og í mong ár hevur hon verið virkin í eldrafelganum Hugna, har hon eisini er nevnadarlimur og skrivari.
Judith og Óli ganga trúføst í kirkju og á møti í samkomuni Emmaus.
Føðingardagurin verður hildin hjá dótrini á Oyrarbakka.