17. mars bleiv Judith Ludvig sett í starv sum leiðari á Kafeteria í Norðurlandahúsinum. Judith, ið er 32 ára gomul, er fødd og uppvaksin í Famien og kom til Havnar í 1997. Hon lærdi til cafeteria- kantinuassistent í Perluni í SMS frá 1998 til 2000 og til viðskerafrúgv á Hotel Hafnia frá 2000-2003. Uppgávan hjá leiðaranum er at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum, at ráðleggja og menna kafeteriavirksemi í Norðurlandahúsinum. Arbeiðið fatur eisini um ítøkiliga matgerð kundaavgreiðslu og aðrar uppgávur.










