Jubileumskapping í borðtennis

Borðtennissamband Føroya verður í hesum døgum 25 ár. Ein partur av hátíðarhaldinum í hesum sambandi er ein stór jubileumskapping, sum verður í Eysturskúlanum um vikuskiftið.
Byrjað verður kl. 9.30, og síðani verður hildið fram gjøgnum dagin. Millum annað við kapping fyri oldboys og -girls, sum verður kl. 12.00.
Seinni um dagin verður almenn móttøka á Listaskálanum, har millum annað Oyl-landsliðið verður heiðrað fyri framúr úrslitini, sum tey fingu á Oyggjaleikunum í summar.
Móttøkan í Listaskálunum verður klokkan 16.