Jubilæumsárið 2009

Hóast Skanderborg festivalurin í ár varð vátasti festivalur í Danmark, tyktust fólk aftur í ár at vera væl nøgd við festivalin og tónleikararnar, ið har framførdu. Eisini tónleikararnir vóru væl hyrdur eftir at hava spælt framman fyri stóru fólkafjøldini. Í einari samrøðu við Ace of Base segði forsangarin Jonas Berggren m.a.: - Eg elski festivalar og serliga Skanderborg skógarfestivalur við glaðu áhoyrarunum. Tey vóru so feit at upptraðka fyri og orkan var super góð.

 

Í hesum vakra umhvørvi við leyvskóg millum høg trø og hugnarligar grønar blettir kan man á hvørjum ári um hesa tíðina hoyra eitt breitt úrval av avbera dugnaligum tónleikarum, ein sera jalig sansistimulatión fyri bæði eygu og oyru ? og hetta er heilt víst eitt gott alternativ til Roskilde festilin.

Næsta ár, í 2009, heldur Skanderborg Festivalurin 30-ára føðingardag og fyriskipararnir hava longu lovað, at festivalurin tá verður størri og betri enn nakrantíð.