Åbyhøj Volley spældi um vikuskiftið seinasta dystin í grundspælinum í donsku flogbóltsdeildini. Dysturin var ímóti Frederiksberg Volley, og skuldi Åbyhøj gera sær vónir um at koma við í endaspælið, so var kravið heilt einfalt ein sigur.
Úrslitið gjørdist, at Åbyhøj, sum var uttan Juannu S. Joensen á liðnum, tapti í einum jøvnum dysti, og harvið mugu Juanna og tær í Vár spæla um rættin til enn eitt ár í elitudeildini.
Holte trygt víðari
Bárður Mikkelsen og liðfelagarnir í Holte staðfestu støðuna sum eitt av sterkastu liðunum í Danmark, tá teir um vikuskiftið spældu seinasta dystin í grunspælinum. Sum so hevði dysturin lítlan týdning, tí meðan Holte langt síðani hevur leikt seg víðari til endaumfarið, er Bedsted KFUM niðasta liðið í deildini, og sum helt gjørdist talan eisini um ein lættan dyst fyri Bárð og teir.
Sjálvur sigur Bárður, at teir fyri ein stóran part nýttu dystin sum fyrireiking til steypafinaluna, sum verður á skránni um eina viku, og at hetta partvíst eisini darvaði vanliga spælinum. Hvussu var og ikki, so endaði alt við einum tryggum 3-0 sigri, og so verður spennandi at vita, hvørt Holte í ár fer at hava størri hepni, tá steypafinalurnar vera á skránni.