Juan Mata: Vit fáa ov nógv í løn

United spælari letur nú eitt prosent av síni løn til fótbóltsverkætlan og mælir øðrum til at gera tað sama

Manchester United leikarin, Juan Mata, letur nú eitt prosent av síni løn til fótbóltsverkætlanina, Common Goal, ið er fótbóltsverkætlan fyri fátøk børn í heiminum.

 

Við enska blaðið The Telegraph, sigur Juan Mata, at fótbóltsverkætlanin Common Goal, hevur størri týdning enn teir einstøku fótbóltsspælararnir og brandini hjá feløgunum. Juan Mata mælir eisini øðrum fótbóltsspælarum til at gera tað sama.

 

-       Common Goal hevur størri týdning enn tey einstøku brandini í fótbólti og ger ein mun. Við at lata til hesa verkætlanina, kann fótbóltur gerast til eitt sosialt amboð, sigur Juan Mata.

 

Juan Mata, ið forvinnur 1,15 milliónir krónur um vikuna letur tí á leið 11.500 krónur um vikuna til fótbóltsverkætlanina, Common Goal. Áður hevur Juan Mata eisini sagt, at hann heldur at lønirnar í fótbólti eru alt ov høgar, og at allir fótbóltsspælarar skuldu verið farnir niður í løn.

 

Í gjár kunngjørdi Paris Saint Germain at felagið hevur keypt brasilsku heimsstjørnuna, Neymar. Í franska høvuðsstaðarfelagnum fer Neymar at forvinna 230 milliónir krónur um árið, sum svarar til yvir 19 milliónir krónur um mánaðin, yvir 4 milliónir krónur um vikuna, yvir 600.000 krónur um dagin og áleið 27.000 krónur um tíman.