Juan Mata: Vælkomin Atli!

Atli Gregersen og Juan Mata eru nú í parti og geva pengar til Common Goal

Common Goal, sum er ein vælgerandi felagsskapur, har kendir fótbóltsspælarar geva eitt prosent av síni løn til, hevur nú fingið ein nýggjan lim. “Welcome Atli”, skrivar høvðusmaðurin aftanfyri Common Goal, heimskendi fótbóltsspælarin, Juan Mata, á Instagram

 

Síðani desembur í fjør hevur liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, verið í sambandi við eitt nú Manchester United spælaran, Juan Mata, og miðverjan hjá Juventus, Giorgio Chiellini, um at blíva partur av Common Goal rørsluni.

 

Juan Mata er handan Common Goal

Tað er spanski bóltsnillingurin, sum í 2010 var við til at vinna HM í fótbólti, sum byrjaði rørsluna, tá hann vildi lata eitt prosent av síni løn til vælgerandi endamál.

 

-Eg segði við teir, at eg var sinnaður at hjálpa til, men at mín fótbóltsløn ikki røkkur langt í mun til teirra. Teir vóru skjótir at siga við meg, at tað skuldi eg als ikki hugsa um, tí málið er at fáa gongd á eina rørslu og at øll hjálp er góð. Eisini um tú kanst gera vart við Common Goal, sigur Atli Gregersen, sum skemtiliga leggur afturat:

 

-Eg havi brúkt meg so nógv, at nú vóni eg at eg kann brúka tað til nakað gott, sigur liðskiparin á landsliðnum.

 

Vil gjara geva aftur – eisini til Føroyar

Miðverjin hjá Víkingi hevur nú latið sítt fyrsta proset til Common Goal, men ætlanin er at fáa fleiri føroyskar spælarar við, so tað eisini kann koma føroyskum viðurskiftum til góðar.

 

-Málið hjá mær er, at pengarnir fara til vælgerandi endamál í Føroyum. Her eru fleiri ting, sum vit kunnu gera nakað við. Her mangla barnaheim og annað, so vónandi koma fleiri spælarar í Føroyum við, sigur Atli Gregersen.

 

Hann heldur eisini, at tað er stuttligt at løgmaður, Aksel V. Johannesen, eisini spældi við, tá innleiðandi sjónbandaupptøkan skuldi gerast.

 

-Teir halda tað er kul, at vit í Føroyum hava so góða atgongd til ein “Prime Minister”. Fyribils havi eg lagt mínar fyrstu pengar í felagspuljuna hjá Common Goal, men vónandi kunnu vit eisini gera mun í Føroyum, sigur Atli Gregersen.