Juan Carlos bað Chavez halda kjaft

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kongur biður ein forseta halda kjaft, meðan onnur hoyra, men um vikuskiftið misti spanski kongurin tolið við forsetanum í Venesuela

Juan Carlos kongur og Hugo Chavez, forseti, vóru millum luttakararnar á einari ráðstevnu fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar í teimum latínamerikonsku londunum, Spania og Portugal.

 

Allir høvdu orðið, og venesuelski forsetin, sum ikki júst er kendur fyri at vanda sær um orðini, brúkti ein part av sínari røðu til at finnast hvassliga at fyrrverandi spanska forsætisráðharranum José María Aznar, sum hann umrøddi sum fasist.

 

Núverandi spanski stjórnarleiðarin, Jose Luis Rodriguez Zapatero, royndi at verja sín undanmann, men Chavez hevði í heilum hondina á lofti og royndi at bróta hann av. Tað fekk at enda øði í Juan Carlos kong.

 

-Hví heldur tú ikki kjaft? spurdi kongur og vendi sær ímóti venesuelska forsetanum. So reistist hann og rýmdi úr fundarhølinum.