Í summar fer Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum, úr starvinum sum stjóri í Mentunarhúsinum Katuaq í Nuuk, og grønlendingurin Juaaka Lyberth tekur við. Juaaka Lyberth er 46 ára gamal og kendur og royndur tónleikari. Síðani 1995 hevur hann skipað fyri tiltøkum í Mentunarhúsinum og hevur leitt hetta virksemið síðani Katuaq læt upp.
Áður hevur Juaaka Lyberth arbeitt í grønlendska útvarpinum við mentunarsendingum, hann hevur lisið eskimologi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, verið floksskrivari og varaborgarstjóri í Nuuk, og virkin tónleikari síðani 1968. Hann hevur givið plátur út og skrivað tekstir, harav fleiri eru týddir til norðurlendsk mál.
Juaaka Lyberth byrjar í stjórastarvinum í vár, tá núverandi stjórin Jan Kløvstad endar sáttsámaskeið sítt.
Mentunarhúsið Katuaq læt upp fyri tveimum árum síðani og 250.000 atgongumerki eru seld til ymsu tiltøkini í húsinum. Nógv føroysk tiltøk hava verið í húsinum og tey hava sum skilst verið væl vitjað. Hvør íbúgvi í Nuuk vitjar Katuaq í miðal 10 ferðir um árið. Grønlendska heimastýrið og Nuuk kommuna eiga Mentunarhúsið Katuaq og tey stuðla húsið við 9 milliónum krónum um árið. Ársumsetningurin liggur omanfyri 20 milliónir krónir um árið.










