JT electric selt 180 aliljós til Tasmania

- Tá herviligur stormur hevði gjørt um seg, vóru aliljósini hjá okkum tey einastu sum hildu, sigur framleiðsluleiðarin hjá JT electric, Rúni Petersen.

Fyritøkan JT electric á Kambsdali hevur saman við føroyskum alarum - serliga Bakkafrosti - ment eitt dygdargott aliljós, og í vár sendi fyritøkan ikki færri enn 100 aliljós til eina framkomna alifyritøku í fjarskotnað landinum, Tasmania.

 

- Hesi alarin - www.huonaqua.com.au - keypti fyrst 80 aliljós úr Føroyum. Tað vísti seg, at tá ein herviligur stormur hevði gjørt um seg í økinum, vóru aliljósini hjá okkum tey einastu sum hildu.

 

Rúni Petersen, framleiðsluleiðari hjá JT electric, sigur, at tá alifyritøkan í Tasmania skuldi byggja út, valdu tey at keypa øll ljósini úr Føroyum.

 

- Vit sendu tey seinnu 100 ljósini avstað í apríl, og flutningurin tók níggju vikur. So fyrst í juli fingu tey ljósini í Tasmania og settu tey upp beinanvegin.

 

Hvussu býtir marknaðurin fyri aliljósum hjá JT electric seg millum Føroyar og útlandið?

 

- Sølan av aliljósum er rímiliga jøvn millum Føroyar og útlandið, men vit eru í holtur við at byggja sølulið upp í Noregi, Íslandi, Skotlandi og Kili.

 

Rúni Petersen er ivaleysur í, at hetta fer at gagna menningini og samlaðu góðskuni av ljósunum hjá JT electric, sum annars hevur framleitt aliljós - til føroyska og útlendska marknaðin - í fleiri ár.