JT electric kveikir áhugan fyri elektronikki

- Tiltakið var so mikið væleydnað, at vit hava gjørt av at hava eitt slíkt tiltak aftur longu 4. oktober, sigur el-veitarin, JT electric á Kambsdali.

JT electric á Kambsdali skipaði ein leygardag herfyri fyri einum forvitnisligum tiltaki fyri bæði yngri og tilkomin, har el-veitarin hevði keypt útgerð frá Sparkfun -www.sparkfun.com - til endamálið.

 

Fyriskipararnir av tiltakinum, Oddmar Dam og Kári á Torkilsheyggi, sum báðir starvast hjá JT electric, ynskja at skapa eitt forum í Føroyum, sum letur upp elektroniska heimin, sum teir rópa tað.

 

Hetta verður gjørt við tí, sum er tøkt og øllum tí, sum er møguligt.

 

Hetta fyrsta tiltakið hjá JT electric av sínum slag fekk rættiliga góða undirtøku - og ikki færri enn 17 luttakarar vóru við.

 

- Tiltakið var so mikið væleydnað, at vit hava gjørt av at hava eitt slíkt tiltak aftrat longu 4. oktober, sigur el-veitarin á Kambsdali.

 

Á facebook er skipaður ein bólkur, sum kallast Open Space Eysturoy, og her kann lesast meira um tiltakið, sum letur elektroniska heimin upp fyri ungum eins væl og tilkomnum.