Umboð fyri JT electric á Kambsdali eru júst komin aftur úr Danmark, har tey bæði hava víst TrawlCamera LIVE fram í royndartanga í Hirtshals og hava tikið lut á Danfish messuni í Aalborg, har TrawlCamera LIVE eisini varð víst fram á básinum hjá Vónini, sum umboðar trolkameraði ymsastaðni kring um í heiminum.
- Vit byrjaðu við trolkameranum í 2005-2006. Frá byrjan hevur skipanin verið ein upptøkueind, soleiðis at trolið mátti koma umborð aftur, áðrenn tú kundi síggja data. Seinastu tvey árini hava vit so eisini koyrt við eindum, sum kunnu senda myndir tráðleyst beinleiðis upp á brúnna.
Rúni Petersen, søluleiðari hjá JT electric á Kambsdali, sigur, at royndirnar við trolkameranum eru gjørdar umborð á Magnusi Heinasyni og umborð á Nataarnaq hjá Royal Greenland.
- Vit hava havt nógvar avbjóðingar á vegnum. Serliga er kaðalin brotin av millum eindirnar. Nú hava vit so ment eina loysn, har kamera og modem eru bygd í eina eind.
Hann sigur, at tráleysa loysnin, sum JT electric nú eisini bjóðar, merkir, at skipini nú kunnu halda eyga við útgerðini, og manningin kann taka avgerðir, sum ávirka støðuna, meðan trolið er úti.
- Framhaldandi halda vit tó, at upptøkueindin kemur at hava áhuga, tí hon er lættari og bíligari.
Rúni Petersen sigur, at stórur eftirspurningur er eftir tráðleysu skipanini og nýggju útgávuni av trolkareranum. Potentiellir keyparar eru so at siga allir størri trolarar og havrannsóknarskip.
- Vit hava longu selt nakrar skipanir, sum skulu leverast, tá skipini fara í dokk næstu ferð. Nógv hava bíðað eftir tráðleysu skipanini, men av tí, at útgerðin er dýr og skal samskipast við, at skipið fer í dokk, tekur tað eitt sindur av tíð, áðrenn verulig gongd kemur á.
Søluleiðarin hjá JT electric sigur, at fyritøkan hevur góðar vónir - og at tey eru errin av at kunna gera nakað, sum eingin annar í heiminum megnar.