JPMorgan mist nógvar pengar

Síðani í mars mánað hava vánaligar íløgur kostað amerikanska stórbankanum JPMorgan Chase tvær milliardir dollarar. Tað sigur aðalstjórin í bankanum, Jamie Dimon. Hann sigur seg harmast tann stóra missin og ásannar, at bankin hevur ikki verið nóg umhugsin.

-Hesi mistøkini eru skelkandi, og hetta er okkara egna skyld, sigur Jamie Dimon.

Vinnulívsblaðið The Wall Street Journal skrivaði í síðsta mánað um ein týðandi starvsmann hjá JPMorgan Chase, sum hevði kostað bankanum nógvar pengar eftir stuttari tíð, men sambært Jamie Dimon var hetta bara ein partur av veruleikanum.

Stjórin ávarar samstundis um, at bankin fer kanska at missa uppaftur meiri pengar í verandi ársfjórðingi.

Í fjør hevði JPMorgan Chase 110 milliardir krónur í avlopi.