Bilurin er ein Jowett Bradford hjá Andreasi Jacobsen í Køkubúðini í Havn. Smádrongurin í lítla bilinum er sonurin Óli. Myndin er tikin við Køkubúðina í Tróndargøtu.
Andreas Jacobsen læt í 1947 upp bakaríið køkubúðina á horninum Tróndargøta/Niels Winthersgøta. Køkubúðin var eitt av stóru og nógv vitjaðu bakaríunum í høvuðsstaðnum. Køkubúðin stongdi fyri seinastu ferð í 1990.
Jowett Bradford vórðu framleiddir frá 1946 til 1953 av Jowett Cars Ltd. nærhendis Bradford í Onglandi. Jowett Cars Ltd. framleiddi eisini Jowett Javelin, sum koyrdu her sum hýruvognar í 40-unum og 50-unum.
Tað var fyritøkan John & Poul Joensen í Jónas Broncksgøtu, sum umboðaði Jowett í Føroyum.
Myndaeigari: Dánial á Dul Jacobsen