Jovina Højgaard 75 ár

Mikudagin 15. februar fyllir Jovina Højgaard 75 ár

Hon er fødd og uppvaksin í Æðuvík  dóttir Sunnuvu og Óla Hans Hansen. Longu sum 14 ára gomul fór hon til Tvøroyrar at tæna. Tvey ár seinri fór hon til Havnar at tæna hjá Poul Guttesen og eftir hetta í Køkubúðuna.

Hon varð verandi í Havn, har hon møtti Ólavi Højgaard. Tey giftust í 1950 og fingu fýra børn: Sunrid, Birgir, Kára og Jórun. Hon hevur 8 ommubørn og 4 langommubørn.

Longu sum 9 ára gomul bleiv Jovina frelst og hevur síðani tá trúliga tænt Harranum á mangan hátt. Jovina hevur verið sera nærløgd bæði til hendunar og í sínum dagliga yrki. Í 1962 opnaði hon sín egna handil, sum hon passaði væl í sekstan ár. Aftaná fór hon í Línbúðuna at selja, og munnu mong minnast hana frá handilslívinum, har hon altíð var blíð og fyrikomandi.

Vegna sjúku gavst Jovina at arbeiða í 1987. Men við Guds hjálp mentist hon aftur og hjálpti síðani Ólavi á Havnar byggivirkið. Tá Ólavur bleiv sjúkur í 1994, passaði hon hann heima í nøkur ár. Tey seinastu árini búði hann á pleyguheiminum, har Jovina vitjaði hann dagliga, til hann doyði í 2001.
Síðani tá, hava vit sæð Jovinu trúfasta á møtum og hoyrt hana bæði í Linduni og Rás2.
Jovina hevur opið hús heima á Hellutún 2, tann 18. februar 2006 aftan á klokkan 18.00.

Bønarvinir