Alexandar Jovevic, sum tey bæði seinastu kappingarárini hevur leikt við NSÍ og Skála, fer komandi ár at spæla fótbólt á Tvøroyri.
Hetta skrivar Dimmalætting hósdagin. Við blaðið sigur formaðurin í TB, Sofus Laðanberg, at teir meta tað sum neyðugt at styrkja um hópin, nú felagið er flutt upp í bestu deildina, og at tilgongdin av Jovevic er ein liður í hesum arbeiði.
Í fjør hevði TB útlendskan styrk í Emmanuel Larbi, Daniel Nyarko og Predrag Zivkovic. Hesin seinasti nevndi hevur verið í Føroyum síðani 2000, og er tí at rokna sum føroyingur í fótbóltshøpi, so tað tykist væl møguligt, at TB fer at knýta enn ein útlendskan leikara afturat liðnum í vetur.