Jovevic til ÍF

Fuglfirðingar hava mist nakað av fólkinum, sum teir høvdu farna kappingarár, og tí er tilgongdin av jugoslaviska miðvallaranum, Alexander Jovevic úr TB, kærkomin.

Sunnudagin skrivaðu ÍF og Alexander Jovevic undir eitt-ára sáttmála, soleiðis at jugoslavin komandi kappingarár skal styrkja um liðið hjá fuglfirðingum.

Fjórða liðið í fýra ár
Komandi kappingarár verður tað fjórða kappingarárið hjá Jovevic í Føroyum, og ÍF verður samstundis tað fjórða liðið hjá honum hesi fýra árini. Tá ið Alexander Jovevic á fyrsta sinni royndi seg her á landi, var tað á Skála, og síðani hevur leiðin gingið til NSÍ í Runavík og TB á Tvøroyri, og næsti steðgur hjá honum á ferðini verður altso ÍF í Fuglafirði.
Fuglfirðingar hava mist nakað av fólki undan komandi kappingarárí. Rúni Elttør fer at spæla við FS Vágum, og vandamikli áleyparin Sylla hevur gjørt sáttmála við føroyameistararnar úr B36. Tað er tí ikki óhugsandi, at Alexander Jovevic ikki verður einasti nýggi spælarin hjá ÍF.