Journalistur fekk brúkaraprísin

Hann hevur virkað sum talsmaður fyri brúkaran í mong ár, bæði í Sjónvarpið Føroya og á Dimmalætting. Hann hevur gjørt sendingar og skriva eitt ótal av greinum um brúkaraviðurskfti. Sum tíðindamaður hevur hann sýnt áhaldni, ídni og hann hevur ósjálvsøkin varpað ljós á brúkaraøkið sum heild.

Tað eru grundgevingarnar fyri, at Georg L. Petersen, blaðmaður á Dimmalætting, hevur fingið brúkaraprísin 2011 frá Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið hevur valt í ár at geva PRÍSIN 2011 til ein virknan aktør, sum er ein einstaklingur, sum virkar á dekkinum í tí óheftu PRESSUNI, sum eisini verður nevnd tað fjórða statsvaldið, skrivar Brúkaraumboðið á sínari heimasíðu.

Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarsiðið.

Hetta er annar prísurin hjá Brúkaraumboðnum, sum hevur virkað síðani 1. apríl 2009.