Journalistiskur ósiður

Setti meg við áhuga at lurta eftir samrøðuni ímillum Anniku Olsen og Beintu Løwe um almannaveitingar.

Synd at siga, at eg á nakran hátt eri samdur við Anniku Olsen politiskt, men at fara so ófólkaliga fram, sum Beinta Løwe gjørdi hetta kvøldið, er for grovt.

Beinta Løwe stillaði ein spurning til Anniku, har eg var sera áhugaður at hoyra svarið, men tað eydnaðist ikki, tí Beinta avbreyt Anniku áðrenn hon var komin í helvt við svarinum.

 

Sera ódemokratiskt og sera irriterandi fyri tann sum er áhugaður í tí politiska kjakinum!!

 

Beinta Løwe! tað mest umráðandi í einum slíkum interwiev er ikki, at tín meining kemur fram og, at tú kanska ikki er samd við Anniku Olsen!

Tvørturímóti var tað mest áhugaverda hetta kvøldið, sjónarmiðini hjá Anniku Olsen.

 

Sama fór fram herfyri í einari formansrundu ímillum Høgna Hoydal, Kaj Leo Johannesen og Axel Johannesen, har tú púrasta oyðilegði debattina.