Journalistiskur integritetur til sølu fyri hægstbjóðandi

Tíðargrein:

- Við public service sáttmálanum legði Helena Dam á Neystabø eina køvandi hond yvir føroyskar fjølmiðlar. Úrslitið verður eitt altment kringvarp, har handilslig áhugmál koma á dagsskránna, ið seta journaliska integritetin í vanda, skrivar Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum:

Fyri privatu miðlarnar er nýggi public service sáttmálin millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya ein ólukka. Skandalan er tað signalvirðið, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sendir út um, at privatu miðlarnir framhaldandi skulu sigla sín egna sjógv.
Tað er í fínasta lagi, at Menta­málaráðið ger ein sáttmála við Kringvarpið um tað, sum skal krevjast av stovninum fyri allar teir skattapengarnar, sum stovnurin krevur inn frá Føroya fólki. Allir stovnar, sum krevja inn skatt, áttu at havt ein slíkan sáttmála, so sum Taks, Heilsutrygd og Arbeiðsloysisskipanin, ið eins og Kringvarp Føroya krevja skatt frá Føroya fólki. Tað er ikki annað enn rímuligt, at vit greitt fáa at vita, hvat slíkir almennir stovnar brúka okkara pengar til.
Trupulleikin við hesum sátt­málanum er tó, at Helena Dam á Neystabø hevur brotið eina politiska avtalu, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani um, at Kringvarp Føroya, okkara tjóðar­kringvarp, ikki skal verða tengt at handilsligum áhugamálum, og tí ikki skal hava handilslýsingar. Semjan gekk út uppá, at eftir fimm árum skuldu hesar inntøkur hjá Kringvarpinum verða burtur.
Men Mentamálaráðið hevur als einki gjørt fyri at uppfylla hetta politiska ynskið, og sáttmálin, sum Helena Dam á Neystabø nú hevur undirskrivað, prógvar tað atgerðarloysi, sum í so mongum øðrum føri setir sín dám á politisku skipanina.
Øll duga at síggja, at um Helena Dam á Neystabø helt politiska viljan, so kravdi tað, at hon útvegaði Kringvarpi Føroya í minsta lagi 10,4 milliónir krónur á fíggjarlógini sum kompensatión fyri mistar inntøkur.
Tað klárar hon ikki.
Og hon klárar heldur ikki at sannføra Føroya Fólk um, at Kring­varpsgjaldið skal hækka til­svar­andi, og hon hevur heldur ikki klárað at sannført løgtingið um, at kring­varps­gjaldið skal burtur, og at nátúr­ligi almenni stovn­­urin Kringvarp Føroya skal á fíggjarlógina.
Tí er tað lættasta hjá landsstýris­kvinnuni í mentamálum als einki at gera. Við als einki at gera, enn at skriva undir ein sáttmála, sum fyri so vítt einki nýtt innihald hevur, staðfestir hon bara, at alt koyrir víðari, sum um einki var hent, og privatu miðlarnir halda fram við at sigla sín egna sjógv.
Hetta er helst tað lættasta polit­iska kompromiið hjá Helenu Dam á Neystabø og Javnaðar­flokki­num og hjá samgonguni sum heild. Á henda hátt skaðar hon sum minst Kringvarpið - og vit í privatu miðlun­um verða kanska ikki argari, enn tað sama, tí vit missa einki, heldur hon helst.
Men Helena Dam á Neystabø og Javnaðarflokkurin skulu vita, at vit kenna okkum bæði lumpað og svikin. Vit høvdu vónað, at vit fyri einaferðskyld høvdu ein politikara, sum megnaði og tordi at skera ígjøgnum. At vit høvdu ein politikara, sum dugdi at síggja, hvussu hamrandi órættvíst tað er, at ein stovnur, sum krevur skatt inn frá fólki, skal sleppa at kappast við privtatar miðlafyritøkur um inntøkur við landskassanum í rygginum.
Men við Helenu Dam á Neystabø hava vit ein politikara, sum legitimerar, at Kringvarp Føroya - okkara almenna public service tjóðarkringvarp - skal tengjast at handilsligum áhugamálum. Helena Dam á Neystabø er garanturin fyri, at vit ikki hava ein óheftan almennan miðil, men ein miðilin, har handilslig áhugamál hava ávirkan á tíðindaflutningin og á almennu public service upp­fatanina. Um hetta er alemenni mentanarpolitikkurin hjá Javn­aðarflokkinum - at journalist­iski integriteturin hjá Kringvarpi Føroya er til sølu fyri hægstbjóðandi, so hevur flokkurin lítið í væntu, og tí livir hann kanska væl upp til laku veljarakanningarnar.
Men vit í Miðlahúsinum kenna tað á okkara kroppi, at skatta­innkrevjin Kringvarp Føroya, sum við víðkaðum heimildinum nú kann krevja út við 50 milliónir inn í kringvarpsskatti, undir­bjóðar privatu miðlarnar á lýsingar­marknaðinum. Og at stovnurin ætlar at dubba seg enn meira sæst í public service sátt­málanum við Mentamála­ráðið, har stovnurin ætlar at økja inntøkurnar við 20% í komandi ári, meðan øll onnur á marknaðinum - sum eru ávirkað av marknaðargongdini - repa segl­ini. Her gongur sjón fyri søgn, at journalistiski integriteturin hjá Kring­varpi Føroya skal fíggja undir­skotið, og tað er ein ólukka fyri fólkaræðið.
Vit í privatu miðlunum ynskja okkum eitt sterkt public service kringvarp. Ein sterkan almennan stovn, sum skal vera ein fyrimynd hjá okkum í privatu miðlavinnuni. Ein stovn, sum vit kunnu vera erpin av at royna at liva upp til. Ein stovn, hvørs integritetur altíð er í lagi og ikki verður ávirkaður av handilsligum áhugamálum ella politiskum áhugamálum.
Tað, sum vit fáa, er ein veikan almennan stovn. Eitt alment kring­varp, sum altíð verður mistonkt fyri at ganga handilslig og politisk ørini. Ein stovn, sum er góður við Helenu Dam á Neystabø, tí hon var bulverkið móti hópuppsagnum á stovninum - ein stovn, sum fær sterk poltisk áhugamál at halda seg til.
Og tað ringasta av øllum er, at Mentamálaráðið nú eggjar til kapping - ein ósunna og órættvísa kapping millum privatu miðlarnar og Kringvarpið - eina kapping um marknaðin. Henda kapping skal so í minsta lagi merkja, at almenna Kringvarpið fær tvær milliónir meira av markanðinum, meðan marknaðurin annars repar seglini, um Kringvarpið skal lúka krøvini í publi service sáttmálanum.
Fá lond eru so kørg við privatu miðlarnar, sum Føroyar. Ongastaðni halda politisku myndugleikarnir so lítið um privatu pressuna, at hon ikki verður leskað við einum oyra. Í grannalondum hava tey stuðulsskipanir av ymsum slag, sum skulu javnseta privatu og public sevice miðlarnar. Eitt av teimum er útberingarstuðul - har stuðul verður latin til teirra, sum halda bløð. Um hendan skipan varð galdandi í Føroyum, so merkti tað millióna sparingar til bæði tey stóru bløðini, Sosialin og Dimmalætting.
Privatu miðlarnir í Føroyum eru ikki vanir at ganga biddaragongd, men fáur hevur sum okkara stjóri Jan Müller í áravís roynt at sannført politiska myndugleikan um týdningin av, at Føroyar hevði líknandi skipanir sum hini norðurlondini - fyri at tryggja margfeldi á miðlaøkinum.
Tað hevur so mangan hevur verið sagt, at miðlar eru bestir, tá teir kappast við aðrar. Slík kapping hvessir tíðindasansin og eggjar okkum til at røkja týdningarmestu uppgávuna yvirhøvur, sum er at vera varðhundur borgaranna.
Føroyar eru í serstøðu sum eitt lítið samfelag, og um skatta- og lýsingafíggjaða kringvarpið - við stórari politiskari og handilsligari ávirkan - køvir privatu miðlarnar, so er lítið vunnið.