Journalistikkurin blivin vánaligari

Miðlaheimurin bløðir og tað sæst aftur í journalistikkinum, sigur Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpinum

 

Góðskan er ikki eins góð og fyri nøkrum árum síðani. Beinleiðis sendingar fylla luftina, tí orka er ikki at gera redigeraðar sendingar, sigur Jóhann Mortensen, tíðindasamskipari í Kringvarpi Føroya

Tað verður framleitt nógv minni í dag og hetta er ein trupulleiki. Seinastu árini eru redigeraðar sendingar fækkaðar frá 10 niður í fimm og heiti sum Bismarin, Radarin og Norðurlond í dag, eru avloyst av infotainment sendingum sum Also og Brunch.

- Tað er eingin ivi um, at journalistikkurin hevur fingið bakkast. Nógv stórmál fara framvið alla tíðina. Eitt nú flatskatturin, forskatting og makrelmálið. Vit fylla flatuna við beinleiðis sendingum, sigur Jóhann Mortensen.

Hann heldur ikki, at tað er rætt, at kringvarpið skal verða lýsingafíggjað.
- Reint principielt er tað ikki rætt, at Kringvarpið er fíggjað av lýsingum. Tað er fyri tað fyrsta eitt sera svingandi grundarlag at byggja almenna public service miðilin á. Er hákonjunkturur hava vit nógv at arbeiða við, og so er bráddliga øgiliga lítið – hetta er als ikki nøktandi, sigur Jóhann Mortensen. Avleiðingarnar av svingandi konjunkturum eru somuleiðis harðar fyri privatu miðlarnar og kostaðu Dimmalætting dýrt.

Tað er heldur ikki rætt at Kringvarpið skal kappast við privatar miðlar á lýsingaøkinum, heldur Jóhann Mortensen, men hann dugir ikki at síggja nakra aðra loysn, tá pengarnir ikki koma aðrastaðni frá.

- Kringvarpsgjaldið er ikki hækkað í fleiri ár, og tað rætta hevði sjálvandi verið, at Kringvarpið ikki kappaðist við privatu miðlarnar og ikki var tengt at lýsingarinntøkum, men tá vit ikki fáa pengarnar inn á annan hátt, noyðast vit at royna at fáa so nógvar lýsarar sum gjørligt, sigur hann. Hann heldur at ein loysn kundi verið, at landið fíggjaði raksturin, og hyggjaragjaldið sendingarnar og tíðindaflutningin.

Umframt lýsingar, hevur Kringvarpið loyvi til at hava sponsoreraðar sendingar. Dømi um hetta eru millum annað Kyn og Kenslur, Rót og Rútma, og Vikuskifti.