Journalistar selja politisku vøruna

Journalisturin og politikarin eru av somu ætt, halda bæði samfelagsfrøðingur og sjónvarpsmaður, sum er fyrrverandi politikari. Politikkur er vorðin ein vøra, sum journalisturin dugir at selja, og tí eru journalistar so umbidnir sum valevni. Blaðstjórin heldur, at tað kann ávirka trúvirðið hjá miðlunum

Enn einaferð hevur ein politiskur flokkur sett sítt álit á eitt kent andlit frá sjónvarpsskíggjanum fyri at vinna sær atkvøður. John Johannessen er jokarin hjá Javnaðarflokkinum, sum øll hava bíðað eftir.
Spurningurin er, um tað er gott. Kann veljarin hava álit á journalistikki, tá ið tað vísir seg, at fleiri journalistar eru limir í einum politiskum flokki ella gerast valevni?
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, heldur einki løgið vera í, at journalistar bjóða seg fram á politiska pallinum. At samband er millum journalistar og politikk, vísir søgan okkum.
? Fyrr var tað meiri reglan enn undantakið, at journalisturin var politikari. Petur Mohr Dam, Marius Johannesen, Georg Lindenskov, Knud Vang og Ellindur Patursson hava allir brúkt tað sum part av sínum politiska virksemi at verið blaðstjórar. Løgtingslønin fór rætt og slætt til at skriva bløð, so tú kanst siga, at føroyska pressan sprettir úr politikkinum, og tað sambandið er ikki slept enn, sigur Jóannes Hansen.
Finnbogi Ísakson er helst fyrsta dømi um ein journalist, sum gjørdist politikari. Hann var bert 23 ára gamal, tá ið hann í 1966 varð valdur á ting, tí hann longu var ein kend útvarpsrødd, og tá hevði útvarpið stóran týdning millum fólk.

Selja boðskapin
Tað er ikki ókent aðrastaðni, at journalistar gerast politikarar. Talan er um ávísar týpur, sigur samfelagsfrøðingurin, og peikar á Uffa Ellemann Jensen úr Danmark. Hann var vertur á TV-avísini, dugdi væl at úttala seg og siga tingini, so fólk skiltu tey.
Í sínum starvi hava journalitar lært tað, sum er alneyðugt í politikki. At selja ein boðskap skjótt og lætt.
? Politikkur er vorðin ein forbrúksvøra, sum journalisturin lærir at selja. Fólk eru ikki longur so bundin av stætt, familju og sosialum umhvørvi. Tað gerast alsamt fleiri veljarar, sum taka avgerð frá vali til val, og tí er politikkurin vorðin ein vøra, og innpakningurin hevur so øgiliga nógv at siga. Kanska líka nógv sum vøran sjálv. Stílurin selur betri enn innihaldið, sigur Jóannes Hansen.
Substansurin má kortini vera við, leggur samfelagsfrøðingurin, tí uttan boðskapin er einki at pakka inn.

Sannføring uttanfyri
Leivur Hansen starvast aftur í Sjónvarpi Føroya eftir farloyvi av politiskum ávum. Hann hevur verið borgarstjóri í Havn og valevni fyri Tjóðveldisflokkin.
? Tað er einki løgið við, at serliga journalistar gerast politikarar. Báðir partar mugu hava ein áhuga í samfelagsmálum. Uttan tann áhugan hava teir ikki tann neistan, sum skal til. Politikarin livir av journalistinum, og journalisturin livir av politikaranum, so tað er ikki so løgið, at teir onkuntíð skifta síðu, sigur Leivur Hansen.
Spurningurin er, um tað skaðar hansara trúvirði sum óheftur journalistur, at hann hevur verið opin um sína politisku sannføring. Tað heldur Leivur Hansen ikki sjálvur.
? Eg klári at halda mína politisku sannføring uttanfyri, tá ið eg eri til arbeiðis fyri Sjónvarp Føroya. Eg veit væl, at tað er trupult at sannføra fólk um tað, men tað, at fólk kenna mín politiska lit, setir bara uppaftur størri krøv til mín, og eg havi ongantíð fingið kritikk fyri at hava misbrúkt mítt starv politiskt, sigur Leivur Hansen.

Ávirkar álitið
Blaðstjórin á Dimmalætting heldur, at tað kann ávirka álitið millum blaðið og lesaran, um journalisturin er knýttur at einum politiskum flokki.
? Tað veldst um økið, teir fáast við. Viðger journalisturin politikk og grundleggjandi samfelagsligar spurningar, so er tað oyðileggjandi fyri álitið, tí allir lesarar mugu føla, at journalisturin umboðar teir, sigur Ingi Samuelsen, blaðstjóri.
Hann hevur ikki loyvi at nokta sínum fólkum at vera limir í politiskum flokkum, men tá ið hann setir fólk, tekur hann við í viðgerðina, um tey eru skrásettir limir. Stillar ein journalistur upp, sum viðger politikk, so verður hann antin fluttur til aðrar uppgávur ella fær farloyvi, so leingi valið stendur við. Kemur hann aftur frá politikkinum, so vera tey ikki útihýst kortini.
? Vit kunnu ikki black-lista fólk í allar ævir, tí tey hava roynt seg í politikki. Hava tey lagt politikkin á hillina, so eiga tey at fáa ein kjans afturat, sigur Ingi Samuelsen.

Politikkur avmarkar
Leivur Hansen kennir hann tað hinvegin sum eina avmarking, at hann hevur verið í politikki.
? Eg haldi tað vera synd, at tín politiska fortíð skal seta mørk fyri, hvat tú kanst fáast við í framtíðini. Eg haldi ikki, at politikkurin avmarkar meg journalistiskt, men mín politiska fortíð ger, at eg ikki fái tillutað nógvar politiskar uppgávur, sum eg annars hevði fingið. Tað haldi eg vera eitt sindur hysteriskt í einum lítlum samfelagi. Tað, at eg havi bekent kulør, setir eyka krøv, og livi eg ikki upp til tey, so eigi eg at fáa fótin, sigur Leivur Hansen.