Annika Mittún Jacobsen fer úr Kringvarpinum í starv hjá SDC í Danmark, har hon skal leiða 75 programmørar. Og tað var í hesum sambandi, at orðini fullu:
– Eg skal leiða 75 programmørar, og tað eru eisini fólk, sum eru primadonnur og kunnu verða ring at leiða, segði Annika Mittún Jacobsen.
Og so spurdi fakfelagsforkvinnan hjá journalistunum tann sjálvsagda spurningin, um journalistar eru primadonnur, sum eru ring at leiða:
– Jú, tað eru teir. Tað er jú ein partur av tí at vera journalistur og seta spurnartekin við makthavararnar.