Har er eingin vegur aftur. Tíðin er komin at læra nýggjan setning: Vit viðurkenna ikki statin Ísrael. Vit kundu ikki góðtaka suðurafrikanska apartheidstýrið, og vit góðkendu heldur ikki afganska Taliban-stýrið. Og so vóru tað fleiri, sum ikki kundu góðkenna stýrið hjá Saddam Hussein og ei heldur etnisku útreinsingina, sum serbar stóðu fyri. Nú muga vit venja okkum við tankan: Staturin Ísrael í sínum núverandi líki er søga.
Vit trúgva ikki uppá hugmyndina, Guds útvalda fólk. Vit flenna at sorgunum hjá hesum fólkinum, sum stava frá teirra mistøkum. At trína fram sum Guds útvalda fólk er ikki bara býtt og hugmóðugt, men ein brotsgerð ímóti mannaættini. Vit kalla hetta rasismu.
Mark fyri tollyndi
Har eru mørk fyri okkara tolsemi, og tað eru mørk fyri okkara tollyndi. Vit trúgva ikki gudgivnum lyftum sum grund fyri hertøku og apartheid. Vit hava lagt miðøldina afturum okkum. Vit flenna at teimum, sum enn halda, at Gudurin, skaparin, av flora, fauna og øllum alheiminum hevur valt sær eitt ávíst fólk út, sum sítt yndisfólk, og hevur givið teimum stuttligar steintalvur, brennandi buskar og license to kill.
Vit kalla barnadrápsmenn fyri barnadrápsmenn og góðtaka ikki at slíkt hevur nakað gudgivið ella søguligt mandat, sum kann umbera teirra skemdargerðir. Vit siga: skamm fái apartheid, etniska útreinsan, øll yvirgangsálop á sivilfólk, antin tey verða framd av Hamas, Hizballah ella statinum Ísrael!
Samvitskuleys krígsførsla
Vit í Evropa ásanna og taka á okkum stóru ábyrgdina fyri døkku lagnuna hjá jødum, fyri vanæruligu happingini, pogromunum og Holocaust. Søguliga og moralskt var tað neyðugt at jødarnir fingu egið heim. Men staturin Ísrael hevur við síni samvitskuleysu krígsførlsu og ræðuligu vápnum lamløstað sín egna legitimitet. Hann hevur á skipaðan hátt gjørt seg inn á fólkarættin, altjóða semjur og eitt ótal av ST-samtyktum og hann kann ikki vænta verju frá sama staði. Staturin hevur teppibumbað heimsins viðurkenning. Men óttast ikki! Neyðartíðin er skjótt farin afturum. Staturin Ísrael hevur havt sítt Soweto....
Uttan verju, uttan skræðu
Máttu andi og orð blást apartheid-múrarnar yvir enda. Staturin Ísrael er ikki longur til. Hann er nú uttan verju, uttan skræðu. Mátti heimurin tí sæð náði í teimum sivilu. Tí tað er ikki teimum sivilu einstøku menniskjunum, sum okkara dómaprofeti er vend ímóti.
Vit ynskja øllum fólkinum í Ísrael alt gott, men vit taka okkum rættin til ikki at eta Jaffa-appelsinur, so leingi tær smakka illa og eru eitraðar. Tað gekk jú væl at liva í nøkur ár uttan tær bláu apartheid-drúvurnar.
Blóðhevndarinnar aftursvar
Vit góðtaka ikki orðalagið hjá statinum Ísrael. Vit viðurkenna ikki ónda spiralin av harðskapi og blóðhevnd við eyga fyri eyga og tonn fyri tonn... Tvey túsund ár er farin síðan ein jødiskur rabbinari fanst at hesi avgomlu lærusetningi um eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.
Hann segði: Alt tað, sum tit ynskja onnur skulu gera fyri tykkum, skulu tit eisini gera fyri teimum. Vit góðtaka ikki ein stat, sum stríðist á antihumanistiskum prinsippum og á leivdunum á eini arkaiskari tjóðartrúgv og krígstrúgv....
Vit góðtaka ikki tað gamla Dávidsríkið sum regluskipandi fyri Miðeystur í 21. øld. Ein jødiskur rabbinari helt fyri tvey túsund árum síðan uppá, at Guds ríkið ikki er ein krígssinnað uppreisn av Dávidsríkinum Guðs ríki er innan í okkum og ímillum okkum. Guds ríki er miskunnsemi og fyrigeving...
Sáttligt lag og miskunn
Vit viðurkenni ikki statin Ísrael. Ikki í dag, ikki skrivandi stund, ikki í sorgar- og vreiðisløtuni. Um øll ísraelska tjóðin skuldi fallið av egnari skuld og partar av fólkinum vóru noydd at flýggja úr sínum hertiknum økjum og aftur til enn eina útlegd, so siga vit: máttu umstøðurnar víst teimum sáttligt lag og miskunn. Til allar tíðir er tað ein brotsgerð at gera seg inn á flóttarfólk og statsleys...
Skjót ikki eftir flóttarfólkum, miðjið ikki eftir teimum! Sum sniglar uttan skel, sárar karavanur av palestinskum og libanskum flóttafólkum, verjuleysar kvinnur, børn og gomul í Qana, Gasa, Sabra og Shatila. Gev teimum ísraelsku flóttafólkunum húsarúm, gev teimum mjólk og honning!
Lat ikki eitt ísraelskt barn gjalda við lívinum. Alt ov mong børn og sivil eru longu myrd.