Tað hevur leingi verið væntað, at Lionel Jospin fór at stilla upp til forsetavalið, men ikki fyrr enn nú hevur hann boðað frá, at hann verður valevni.
Jospin er í løtuni forsætisráðharri í sosialistisku stjórnini, og hann verður uttan iva tann harðasti kappingarneytin hjá verandi forsetanum, Jacques Chirac, sum í síðstu viku kunngjørdi, at hann fer at royna at verða afturvaldur.
Lionel Jospin sigur, at sum forseti ætlar hann sær at royna at endurreisa ábyrgdarkensluna sum tað berandi í samfelagnum, og at hann eisini ætlar sær at vísa ábyrgd sum forseti.
Hendan fráboðanin er uttan iva ætlað Chirac, sum fleiri ferðir hevur verið fyri atfinningum frá sínum egnu, sum vilja vera við, at hann er lopin frá teimum lyftum, sum hann gav í valstríðnum í 1995.