Millum teir 40 málingarnar á framsýningini hjá Josiasi Matras í Smiðjuni í Lítluvík er ein røð við Grindadrápi sum myndevni. Í øðrum myndum hevur listamaðurin leitað sær íblástur hjá S.J Mykines, eitt nú í oljumálninginum "Jarðsetur"
Við á framsýningini eru bæði tekningar, vatnlitsmyndir og oljumálingar, og eru flestu verkini gjørd í ár.
Longu áðrenn framsýningin lat upp, fekk listamaðurin ein heldur óvæntaða vitjan. Tað var eysturríski sendiharrin, sum kom á gátt í Smiðjuni og alt fyri eitt keypti eina av myndunum
Opið er hvønn dag fram til týsdagin 15 oktobur frá kl. 14.00-18.00. Tó er opið leygardagin frá klokkan 10.00 til 17.00.