Norski áleyparin hjá Premier League felagnum, AFC Bournemouth, Joshua King situr í sóttarhaldi í Oslo í hesum døgum.
Fyrr í dag hevði norska TV2 samband við Joshua King, ið hevur eina greiða meining um hvat fer at henda við kappingini í Premier League, ið eftir ætlan skal takast uppaftur seinast í apríl. Hann trýr heilt einfalt ikki uppá, at Premier League fer í gongd aftur 30. apríl: - Eg vænti kappingin verður útsett einaferð aftrat, og hendir tað so vænti eg, at kappingin verður droppað. Eg trúgvi ikki, at dystir verða spældir aftaná 30. apríl. Um tað skuldi hent, so er tað ein bonus, sigur Joshua King við norska TV2.
Joshua King heldur, at tað var tað einasta rætta, at kappingin í Premier League var steðgað: - Sjálvur vænti eg, at tvey lið flyta upp, og so flyta fimm lið niður í Championship aftaná komandi kappingarár. So mugu tey sum halda við Liverpool, og tey sum ikki halda við Liverpool klandrast um teir skulu fáa steypið ella ikki, sigur Joshua King.
Joshua King heldur, at Premier League skilti álvaran tá høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta og Callum James Hudson-Odoi fingu Corona-smittuna.
Tá kappingin í Premier League var løgd still fór Joshua King beinavegin heim til Noregs. Har mátti norski áleyparin í sóttarhaldið, ið er álagt persónum sum hava verið uttanlands: - Nú eri eg heima í íbúðini í Oslo. Tá eg boð um, at kappingin í Premier League var løgd still tók eg avgerð um at fara heim til Noregs beinavegin fyri at kunna vera saman við familjuni. Eg var vísur í, at steðgurin fór at verða nógv longri, og rætt hevði eg, sigur Joshua King við norska TV2.
Joshua King væntar, at tað gongur nakað av tíð áðrenn hann fer aftur til Bournemouth fyri at venja, og fyri at spæla dystir.